Friday, July 12, 2013

Eg eigi ikki orð

Havi í nakrar dagar leitað eftir bókum at lesa saman við næmingunum komandi skúlaár. Og skjótt sat eg aftur hugtikin í sofuni við eini bók, sum bant hugin at lesa frá fyrstu til seinastu síðu í einum. Eyguni høvdu nóg illa tíð at blunka, tí søgan førdi meg inn í ein heim, sum bæði var hugtakandi og ræðuligur.

Bókin “Tá ið tú ikki eigur orð”, sum Carolin Philipps hevur skrivað, og sum Gitte Klein hevur týtt úr týskum, gav mær kensluna, møguliga ávirkað av heitinum, “eg eigi ikki orð”. Eg eigi ikki orð fyri, hvussu hugtakandi tað er at lesa eina væl skrivaða og væl týdda ungdómsbók, sum ungdómur heilt víst fer at lesa. Hinvegin, eg eigi ikki orð fyri kenslunum eg fekk, tá ið eg las ræðuligu søguna hjá Kristiani – tí søgan er sonn.
 
 
Á bókini stendur, at Kristian livir í einari at síggja til normalari familju. Men hann hevur leingi havt eina nívandi pínu í búkinum. Tað er hetta við, at pápi hansara noyðir hann at spæla mannfólkaspøl, og at hann ikki torir at siga nøkrum frá hesum. Hann letur bara tann ræðuliga loynidómin koma til sjóndar á tekniblokkinum.

Løtuna eg lesi, gerist eg ill, kedd, bilsin, fái vaml, fái hug at fara inn í bókina at gera upp, hati søgurnar skrivaðar við kursiv, fái tó virðing fyri nøkrum av persónunum, skilji eina løtu, men so er alt so óskiljandi, fái næstan skuldarkenslu av at vera glað um støðuna hjá systur Kristian, gerist góð við Sakuru, taki synd í mammuni, kundi buku pápan og í sorgarleikinum stolt av Kristiani.
Við huganum á tremur við øllum slagi av kenslum, eins og hugtøkini omanfyri, eru hetta tó als ikki nøktandi orð, sum kunnu lýsa tað, eg kendi. Kenslurnar eru so nógv meira, og eg vil fyri einki í verðini gera ynski hjá Kristiani, um at gerast kensluleysur, til mín veruleika.
Í eftirmælinum skrivar Philipps: “Heimurin, sum vit liva í, er ein heimur, har orð hava stóran týdning: í familjuni, í vinabólkum, í skúlanum, í arbeiðinum, í fjølmiðlunum. Uttan orð er tað trupult at samskifta. Gleði og vreiði, kærleiki og hatur, eydna og sorg, heiður og ábreiðsla, vónbrot og øði. Øll hesi hugtøkini lýsa vit við orðum.

Øll kenna løturnar, tá vit ikki hava orð fyri tí, vit uppliva, tí tað annaðhvørt er ov stórbært ella ov ræðuligt.

Sum hjá Kristiani, sum eg hitti herfyri. Drongurin í bókini er veruligur. Navnið og søguna havi eg broytt eitt sindur. Hann segði mær ikki, at pápin hevði gjørt seg inn á seg, fyrr enn fleiri mánaðir eftir, at eg hitti hann. Hann óttaðist, at hann fór at syndra familjuna, segði hann sannleikan. Hann gav sær sjálvum skuldina. Tað tók mær langa tíð at sannføra hann um, at skemmarin altíð hevur skuldina. Barnið hevur ikki so mikið sum ein feril av samskuld.

Pápin er vorðin revsaður. Kristian býr hjá familju síni. Um hann nakrantíð verður førur fyri at gloyma tað, honum hevur verið fyri, veit eg ikki. Hann er, um ikki annað, sloppin av við dagligu búkpínuna, tí hann at enda er førur fyri at seta orð á tað, sum tú í grundini ikki hevur orð fyri.”
 
 
At enda stendur: "Tørvar tær hjálp, ella vilt tú fegin stuðla einum vini, kanst tú venda tær til Tú og eg ráðgevingina á www.eg.fo." 

Góðar bøkur geva tankum og kenslum lív. Eingin veit, um ikki júst hetta verður ein av bókunum komandi skúlaár, sum fer at birta lív í gevandi prát og kjak - og geva næmingunum okkurt at hugsa um?

 

No comments:

Post a Comment